
Bóndasetrið í Funningsfirði
Garðahúsið bjóðar heimablídni í Bóndasetrinum í Funningsfirði á mentunarvikuni. Kom og njót eina fimm rættaða matskrá í sera hugnaligu húsunum.
Vit borðreiða í trimum stovum.
Sjey fólk í einari og fimm fólk í tveimum stovum.
-
Hósdagin 16. apríl kl.19
-
Fríggjadagin 17. apríl kl. 19
-
Leygardagin 18. apríl kl.19
-
Sunnudagin 19. apríl kl 14
Kostnaður fyri hvønn kr. 625,-
Seinasta freist at bíleggja er 1. apríl á tel. 217841.
Matskrá hósdag til leygardag
-
Turr grind, turrur fiskur, spik og eplir
-
Kjálkar við bakaðum rótfruktum
-
Fiskasúpan
-
Lýri og steinbítur við eplamorli, royktum fleski, gukarótasalat og sitrónsós
-
Daim-ísur
Matskrá sunnudag
-
Turr grind, turrur fiskur, spik og eplir
-
Kjálkar við bakaðum rótfruktum
-
Fiskasúpan
-
Lambskjøt við eplum, grønmeti og sós
-
Daim-ísur